Búmerkið hjá felagnum
14. mar. 2025

Starvslýsing.

Vit søkja eftir einum lærara í tíðaravmarkað starv, við lønarbrotið 0,8, frá 18. mars til 20. juni 2025

Okkum tørvar lærara við áhuga fyri serøkinum til tvílæraraskipan í grunddeild. Tú kemur at undirvísa í rokning, føroyskum, kristni og donskum.

Vit vænta, at tú, undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans, er fúsur at taka lut í dagliga virksemi skúlans. Vit leggja dent á, at tú sum lærari

vil fevna ymiskleikan, styrkja felagsskapin og stimbra hugin at læra hjá tí einstaka næminginum
er stundvísin, fyrikomandi og sýnir ein jaligan hugburð til næmingar, læru og menning
dugir væl at samstarva og samskifta
 

Í  Kvívíkar skúla ganga 72 næmingar, frá 1. til 7. flokki, vit eru ein 5 flokkaður skúli, og tú kemur at vera partur av einum dugnaligum starvsfólkhópi, ið telur 9 starvsfólk. Skúlin liggur serstakliga náttúruvakurt í gangifrástøðu frá Leynasandi, einum hanagleivi frá Stórá - ið rennur gjøgnum bygdina og hvønn dag hitar okkum sinn og skinn við vatnorku - og við okkara egna kálgarð.

Lønar- og setanartreytir

Starvið  verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Starvið verður lønt  í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Barnaváttan verður kravd í sambandi við setanina.

Hevur hetta fangað tín áhuga, frætta vit fegin frá tær. Umsóknir við cv og avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 14. mars 2025 kl. 12.00.

Umsóknin verður verður send við telduposti til  rudi.olsen@skulin.fo og merkt ”starv”. Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Rudi Olsen, skúlastjóra, á tlf. 29 24 22