13. feb. 2025
Trivnaðarkanning.
Í sambandi við Betri vinir verkætlanina, verður farið ígongd við at savna og viðgerða data, sum skal brúkast í eftirmetingini av arbeiðnum við Betri vinir. Talan er bæði um trivnaðardata/spurnarblað frá næmingum, starvsfólki og leiðslum. Næmingarnir eru dulnevndir og ongir viðkvæmir upplýsingar verða savnaðir inn.
Byrjað verður við spurnarblaði til næmingar í grunddeild, sum starvsfólk á Nám/UVS koma út á skúlan við og gera saman við næmingunum. Í hesum sambandi hava næmingarnir í 1., 2. og 3. fl. fingið eitt skriv heim við til foreldrini.