29. jan. 2025
Næmingaráðið á barnaráðstevnu.
Týsdagin luttók okkara næmingaráð á barnaráðstevnu í Norðurlandahúsinum, har endamálið er, at øll børn og ung í Føroyum fáa møguleika at koma við sínum íkasti til komandi barnalóg fyri Føroyar.
Hósdagin fara tey aftur til Havnar til hátíðarløtu, har tilfarið frá Barnaráðstevnuni verður savnað saman og handað landsstýrisfólkum, formanni í Kommunufelagnum og Barnaumboðsmanninum.
Ráðstevnan er eitt samstarv millum Barnaverkætlanina, Barnabata, Undirvísingarstýrið, Nám, Fróðskaparsetur Føroya og Norðurlandahúsið – og harnæst útint og fyrireikað í góðum samstarvi við skúlaleiðslurnar, lærararnar og børnini kring alt landið.
Nærri kunning um Barnaráðstevnuna kann lesast her:
Børn úr øllum Føroyum á Barnaráðstevnu - Barna- og útbúgvingarmálaráðið