Búmerkið hjá felagnum
16. des. 2024

Jólavikan 2024.

Seinastu dagarnir fyri jól verður ymiskt jólaligt á skránni, vanliga tímatalvan niðurløgd, og flokslærarin er um sín flokk. Bussurin koyrir samsvarandi allar dagarnar

 

Mána- og týsdagin tann 16. og 17. desembur

Næmingarnir eru í skúla frá kl. 8.00 til kl. 12.30.Ymiskt jólaligt er á skránni og næmingarnir venja til jólahaldið. Næmingarnir hava pennahúsa og matpakka við í skúla. 

Mikudagin 18. desembur 

Næmingarnir eru í skúla frá kl. 8.00 til kl. 12.30. Frumframførslur og jólahugni eru á skrá. Næmingarnir hava pennahúsa og matpakka við í skúla. 

Kl. 16.30 er jólahugni og framførslur fyri avvarandi 

Hósdagin tann 19. desembur

Næmingarnir eru í skúla frá kl. 9.00 til kl. 11.30. Tó er skúlin opin frá kl. 8.00. Hugnadagur har vit m.a. dansa um jólatræið og fáa vitjan av jólamanninum. 1.-3.fl. etur matpakka í skúlanum, áðrenn tey fara yvir í frítíðarskúla.

Fríggjadagin tann 20. desembur

Kirkjugongd kl. 10.00. Næmingarnir møta kl. 9.00, og vit fylgjast í kirkju. Tó er skúlin opin kl. 8.00. Tá kirkjugongdin er liðug (uml. kl. 11.00) er jólafrí. Grunddeild kann fara í frítíðarskúla. 

Skúlin byrjar aftur hósudagin tann 2. januar kl 8.00.