15. nov. 2024
Mín jólabók 2024.
Mín jólabók 2024 er eitt gott alternativ til vanliga pakkakalendaran. Í bókini eru nógvar søgur, stuttligar yrkingar, flottar tekningar og øðrvísi ítriv at hugna sær við. Bókin er býtt upp í 24 partar, so okkurt er at gera hvønn dag fram til jólaaftan. Dámar tær stuttligar, spennandi ella kanska ræðandi søgur, er bara at blaða upp og fara at lesa, tí alt hetta og meira er at finna í ársins útgávu.
Um tit vilja tryggja tykkum bókina áðrenn 1. desember, skal hon vera goldin áðrenn 15. november. Allir næmingarnir hava fingið tekningarseðil við heim, men eisini ber til at keypa hana á netinum.