02. okt. 2026
Trivnaðarvika 2026.
Virkin, saman og hugbundin
Í viku 41 hava vit evnisviku á skúlanum, har vit sameina fleiri ymisk átøk, sum øll hava til endamáls at styrkja trivnaðin og felagsskapin, við føroyska mentan og siðvenjur knýttar at árstíðini.
Vanliga tímatalvan er niðurløgd, og allir næmingar møta kl. 8.00 – 12.30 allar dagar. Bussurin koyrir samsvarandi.
Næmingarnir møta í sínari floksstovu, og dagurin verður skipaður í ymiskar verkstovur og aktivitetir. Vit fara m.a. at at tøva, binda, spæla borðspøl, gerða mat, taka epli upp, ganga túrar og mangt annað. Mánadagin fara vit at fletta og hósdagin verður felags døgurði fyri allan skúlan, tá vit eta lambskjøt og nýggj epli úr skúlaveltuni. Tit kunnu fylja við á floksheimasíðunum.